HGV Sp/F

Vit hava tann mest orkusparandi føroyska ketilin, sera orkusparandi, friðarligur og gevur nógv heitt vatn til brúsuna.


Samband

  • HGV Sp/F

    Gerðisvegur

    620 Runavík

    Postadressa:
    Postsmoga 193
    610 Saltangará

     

     

    Tlf   470 400

    Fax  470 401

    Mob. 235 400

    hgv@hgv.fo

    www.hgv.fo

     

     

Ein nýggjur ketil, sparir oljunýtslu og

minkar um CO2 útlati



L28 - 20 stór kw, nógv heittvatn, - ótrúliga økonomiskur.

Hgv hava gjørt ketilar í fleiri ár, og gjørt nógvar royndir á hesum økinum. Tekninski framburðurin er stórur, og vit hava staðfest sera góð úrslit við nýggjasta ketlinum ið vit nevna L28.
L28 er ein rørketil ið er sera økonomiskur, ljóðleysur og umhvørviðsvinarligur, og so er hann eitt spæl at reinsa. Runt brennikamar gevur einastandandi góða forbrenning, og hitaflatan er væl drúgvari enn t.d fýrkantað brennikamar.

Allar hitaflatur í L28eru vatnkøldar, og roykurin verður leiddur gjøgnum rundar roykrásir ið somuleiðis eru vatnkøldar, og sum hava roykleiðarar í.
L28 hevur "3 treks forbrenning" , tvs. At roykgassið verður leitt gjøgnum flammuna eina ferða eyka áðrenn tað ferð út í skorsteinin, og tí fæst ein betri og reinari forbrenning. Alt hetta við rundum brennikamari, rundum roykrásum, og effektivum roykleiðarum, gerð at hitaflatan verður óvanliga stór fyri ein ketil av hesari støddini.

L28 tekur uml. 150L av vatni. 

    Mát: Hædd 1250mm - breidd 580mm - longd 580mm. 

Hetta gerð at koparspiralurin til heita brúksvatni, verður heitaður væl og virðiliga upp alla tíðina, so at nógv er av heitum vatni.                   
At nógv vatn er í ketlinum, gerð eisini at oljufýringin gongur eitt sindur longri hvørja ferð, men stendur nógv longur still.                                    
Hetta hevur við sær at tað verða færri start/stopp og harvið nógv minni dálking, bæði av ketlinum, men eisini av umhvørvinum.

L28 hevur eina gangorku uppá min. 95% og er tí á toppinum tá tað snýr seg um orkusparing. Ketilin er eisini fyrireikaður til hitavekslara, ella annað ið skal hava ketilhita áðrenn shuntin. Ketiltermostatur, yvirkókstermostatur, shuntur og hydrotermometur eru sjálvandi innbygd í ketilin, og øll rør verða førd undir lokinum ið lætt kann takast av.

Roykrør og vinkul við reinsilúku fylgja við ketlinum, og vinkulin verður settur niður á ketilin aftast við kantin.                             

Størri ketlar

Hgv hava eisini størri ketlar.                                                                                                                                         Frá gólvið uppá miðu á roykrøri eru 520 mm

Hesir hava somu konstruktión sum L28, og fáast við ella uttan útgerð til brúksvatn.
Spyr okkum um størru ketlarnar.

Keyp føroyskt. Tað er góðska!