Tænastur
Eldri hús, ið ikki eru bygd eftir bygningsreglugerðini, eru vanliga ikki bjálvað serliga væl, og hava ikki dampsperru. Tá er orkutørvurin ein heilt annar enn í nýggjum vælbjálvaðum húsum, og tað er ofta sera stórur munur millum summar og vetur.
Vit hava nógvar royndir við ventilatión, bæði í sethús og størri bygningar. Nýggj sethús eru so tøtt, at tað er eitt krav at hava ventilatión. Vit ráðgeva hvat er best egna til tykkara tørv.
HGV arbeiðir innan alt HVS arbeiði. Vit hava drúgvar royndir innan hvs arbeiði, hitaverk, ventilatión og sanitet. Vit hava alt tilfar til hetta, og tað vit ikki hava á goymslu, útvega vit sum skjótast.
Hava tit ein goymdan leka undir gólivinum, uppi yvir loftinum ella aðrastaðni? Við MultiSeal steðga vi lekum, uttan at verða noydd at brekka eitt heilt gólv upp ella taka eitt loft niður. Við hesi loysn kunnu vit tippa lekan skjótast gjørligt, uttan stríð ella eyka útreiðslur.
Vit finna lekan og loysa trupulleikan við eini varligari loysn, so tú skjótt fært eitt tætt rørsystem sum riggar sum tað skal aftur, uttan óneyðug inntriv í tínum heimi.